Fakfeløg eftirlýsa eina sakliga grundgeving.
Týsdagin 30. juni komu boð frá Jacobi Vestergaard, landstýrismanni í Vinnumálum, um, at byggiumsitingin á Landsverki skal leggjast niður skjótast gjørligt og í seinasta lagi 1. januar 2027.
Sambært landstýrismanninum er endamálið at tryggja greiðari ábyrgdarbýti í sambandi við almennar byggiverkætlanir og byggiumsiting. Føroya Byggifrøðingafelag og Føroya Verkfrøðingafelag hava tó ilt við at síggja sakligu grundgevingina fyri hesi avgerð.
Í samgonguskjalinum stendur, at "ábyrgd fyri almennum verkætlanum skal liggja hjá tí stovni ella ráði, sum hevur játtanina á fíggjarlógini." Hetta er ikki ein broyting. Tí sum er, liggur politiska ábyrgdin hjá avvarðandi landstýrisfólki, og tær avgerðir, sum verða tiknar í sambandi við almennar byggiverkætlanir, verða tiknar í tøttum samstarvið við avvarðandi ráðum og stovnum sum landið byggir fyri. Tískil er ilt at síggja, hvussu ein niðurlaging av byggiumsitingini á Landsverki í sjálvum sær fer at skapa greiðari ábyrgdarbýti.
Hendan avgerðin er har ímóti í andsøgn við niðurstøðuna hjá arbeiðsbólkinum sum Aksel setti í 2023 at kannað mannagongdina fyri byggiverkætlanum. Sum heldur mælti til at styrkja fakligheitina á stovninum. Var hetta ikki eitt upplagt høvi at kanna, saman við vinnuni og fakfeløgum, hvussu fakligheitin a stovninum kundi verið styrktur?
Heldur er onki komið fram, sum bendir á, at avgerðin er grundað á eina fakliga ella búskaparliga meting av avleiðingunum. Hvussu nógv fólk missa nú sítt starv og lívsgrundarlag, sum avleiðing av hesum? Má ein avgerð sum hendan og ringvirkningar sum koma ikki verða sakligt grundaðar, tá tað hevur so stórar avleiðingar fyri starvsfólk og somuleiðis almennar pengar?
Hetta gevur orsøk til at seta spurnartekn við grundarlagið undir avgerðini. Tá talan er um eina so víðfevnda bygnaðarbroyting, sum fær stóra ávirkan á almenna byggigeiran, á fakliga førleikan og á framtíðar verkætlanir hjá landinum, eigur hon at byggja á gjøgnumarbeiddar greiningar og eina opna politiska viðgerð – ikki á ógreiðar ella óskjalfestar metingar.
Byggiumsitingin á Landsverki, við fakfólkum umboðaði í nevndu fakfeløgum, hava í nógv ár ment ein serligan fakligan førleika innan fyrireiking, útbjóðing og stýring av fløktum almennum byggiverkætlanum. Hesin førleikin er bygdur upp gjøgnum tíðina og gevur møguleika fyri at gagnnýta vitan tvørtur um geirar og verkætlanir. Verður henda eindin spjadd út á fleiri stovnar, er veruligur vandi fyri, at hesin førleiki verður veiklaður, arbeiðsgongdir verða tvífaldaðar, og samlaði kostnaðurin hjá tí almenna hækkar.
Føroya Byggifrøðingafelag og Føroya Verkfrøðingafelag heita tí á landsstýrið um at steðga tilgongdini, leggja fram tað sakliga grundarlagið undir avgerðini, ella heldur at fara undir ein opnan og fakligan dialog við hoyringspartar í byggivinnuni.