Búmerkið hjá felagnum
28. jan. 2026

Ársaðalfundur 2026.

Sambært § 9 í viðtøkum felagsins, verður við hesum boði til árliga aðalfundin hjá Føroya Byggifrøðingafelagið, leygardagin hin 28. februar kl. 16:00. Aðalfundurin verður hildin á Faer Isles Distillery á Fjarðarvegi 3 í Vestmanna. Felagið skipar fyri transport úr Havn og aftur.

Skrá smb. lógum felagsins. Er aðalfundurin ikki viðtøkuførur, verður eykaaðalfundur kl. 16:15. Nærri kunning um mál og limagjald verður send tykkum í telduboðum.

Áðrenn aðalfundin verður skipa fyri virkisvitjan, nærri kunning og skrá verður send í telduboðum. Eftir aðalfundin verður veitsla saman við hinum feløgunum í AKF.

Allir byggifrøðingar eru vælkomnir á aðalfund, men skula boða frá luttøku til byggiplássvitjanina. Einans limir felagsins eru bodnir í veitlsu eftir aðalfundin.

Nevndin