Búmerkið hjá felagnum
23. jun. 2025

Limatiltak: Byggiplássvitjan hjá Landsapotekaranum á Staravegnum.

Føroya byggifrøðingafelag bjóðar hervið øllum limum felagsins at vera vælkomnar á byggipláss vitjan hjá Landsapotekaranum, sum er í gongd við eina stóra umvæling, har goymslu- og framleiðsluhøllin verður broytt til skrivstovu og fundarhølir.

Vitjanin verður mikudagin tann 25. juni, klokkan 16:00. Hjá Landsapotekaranum á Staravegi 15 í Tórshavn.

Ikki limir sum ynskja at luttaka kunnu tekna seg sum lim áðrenn ella á byggipláss vitjanini.
Ikki er neyðugt at tekna seg til tiltaki, men boða frá á teldusposti umsiting@fb.fo , so vit fáa eina hóming av hvussu nógv vit vera.

Øll sum koma við, skula hava egnan hjálm, trygdar skógvar og endurskinsvest við.

Tiltakið er ókeypis.